Kolbrún í Haraldstovu - savnsvørður plantudeildin Tjóðsavnið
Magnus Gaard - Rektari Miðnám í Vestmanna
Ikki er gott at vita, hvussu Føroyar høvdu sæð út, um eingin mannaávirkan var. Hevði tann gróðurin, sum vit vita var her áðrenn landnám, brádliga komið aftur, ella hevði onkur heilt annar gróður komið ístaðin? Hevði lívfrøðiliga margfeldi verið størri? Ber til at menna metodur, at fáa gróður í aftur stórar skriður, sum kunnu verða nýttar allastaðni í høgunum í Føroyum?
Týdningurin av at gagnnýta lendi burðardygt, so komandi ættarlið fáa somu gleði av náttúruni í Føroyum, sum vit hava havt, er eyðsýndur, nú størri skriður lupu í Oyndarfirði og Elduvík í hesi vikuni. Kundu vit sloppið undan so nógvum skriðulopum og ber til at fáa gróður í aftur skriður, sum eru?
Tá ið nú fleiri eigarar á suðurendanum á Kalsoynni hava víst hesum spurningunum áhuga, og hagarnir, teir vara av, eru úr fjøru og heilt niðan í arktiska háfjallið, gjørdi savnsvørðurin á plantudeildini á Tjóðsavninum Kolbrún í Haraldsstovu av, at royna at fáa fígging til eina verkætlan, saman við eigurunum og Miðnámi í Vestmanna. Endamálið er at gera royndir og ikki minst at miðla vitanina, sum kemur burturúr, til skúlaungdómin og almenningin.
Ætlanin er at fylgja gongdini í høgunum við og uttan seyð, umframt at royna at endurbøta onkra av størru skriðunum í haganum.
Á Miðnámi í Vestmanna hevur í nógv ár verið arbeitt við verkætlanum í lærugreinini Tilfeingi A og har er tørvur á, at næmingar fáa regluliga innsavnaðar dátur út føroysku náttúruni at arbeiða við. Tað er tí upplagt hjá næmingunum á Miðnámi í Vestmanna at luttaka í verkætlan sum hesari.
Norðurlendska ráðharrarráðið hevur játtað 800.000 kr til verkætlanina og í næstum verða serfrøðingar úr okkara grannalondum bodnir til Føroya at geva sítt íkast til, hvussu skilabest er at fara fram. Trý tey næstu árini fara næmingar úr triðja flokki á Miðnám í Vestmanna við skúlaársbyrjan í august út í Kalsoynna at gera veruligt vísindaligt feltarbeiði og endurbøtingararbeiði í Kalsoynni.
Fyri okkum á Miðnám í Vestmanna er hetta eitt kærkomið høvi at gera undirvísingina autentiska og viðkomandi fyri næmingar við áhuga fyri náttúruni í Føroyum og burðardyggari gagnnýtslu, sigur Jóhan Hofgaard, lærari á Miðnám í Vestmanna.