(c) Gulakur Zachariasen


Í heyst byrjar ein nýggj útbúgving á Miðnámi í Vestmanna. Talan er um yrkisútbúgving sum alari, sum verður sett á stovn eftir tilmæli frá aktørunum í alivinnuni.

Aliútbúgvingin er ein yrkisútbúgving, ið tekur 4 ár. Útbúgvingin er ein samanrenning millum upplæring á læruplássi og undirvísing í skúla.

Tú fært møguleika fyri at arbeiða yrkisliga við aling á sjógvi og landi, og kemur at vera partur av arbeiðstoymum á virkjum, sum reka alibrúk og smoltstøðir, við støðugum atliti til burðardygga gagnnýtslu av tilfeinginum. Í skúla lærir tú um ástøðilig viðurskifti í samband við aling, so tú eisini mennir tín fakliga kunnleika kring aling.

Lærutíðin

Lærutíðin er 4 ár, og útbúgvingin fer fram á skúla og læruplássi, sum myndugleikarnir hava góðkent. Útbúgvingin er 2½ ár á læruplássi, 1½ ár í skúla, og er soleiðis býtt upp:

  • Byrjunarupplæring á læruplássi í 10 vikur, + 1. skúlaskeið á 20 vikur
  • 50 vikur á læruplássi
  • 2. skúlaskeið á 20 vikur - endar við próvtøkum, + 30 vikur á læruplássi
  • 10 vikur á læruplássi + 3. skúlaskeið á 10 vikur - endar við próvtøkum, + 30 vikur á læruplássi
  • 10 vikur á læruplássi + 4. skúlaskeið á 10 vikur próvverkætlan

 

Innskriving til aliútbúgvingina

Innskriving til útbúgvingina er byrjað og fer fram á innskriving.fo. Freistin at søkja er 1. mai 2022.

9. floksprógv er kravt, og í mesta lagi 15 næmingar verða tiknir upp til útbúgvingina. Allir upptiknir næmingar fáa lærusáttmála við alifyritøku við 1 ára royndartíð.

VIRKSEMISKALENDARI
  
Dagført:

Myndasavn

Matur til skúlar

   

Marjun

Marjun er fyrrverandi næmingur á Miðnámi í Vestmanna

COP27

Næmingar á Miðnám í Vestmanna við í videofilmi, sum hevði frumframførslu á COP27 ráðstevnuni um veðurlagsbroytingar í Egyptalandi.

Ansi eftir náttúruni!

hans meinardHans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.

Hoyr sending...

360 mynd

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Les meira...