Josefina Eliasdóttir var tann fyrsta, sum fekk húgvuna á høvdið á Miðnámi í Vestmanna í ár. Í morgun var Josefina til próvtøku í próvtøkuverkætlanini í lærugreinini Tilfeingi A.

Vit ynskja Josefinu og øllum hinum hjartaliga tillukku.