Í Miðnámi í Vestmanna hendur mangt og hvat ígjøgnum árið. Heysttíð er, og tá er skurður á skránni.

Í dag flettu næmingar í 2. flokki eitt lamb í fiskarúminum. Hetta var í samband við lærugreinina tilfeingisfrøði, har tey júst nú hava um landbúnað.

Lambið, ið vág 26 pund, var undan einum heimalambi hjá Helenu í Skálum, ið er næmingur í 2 .flokki. Lærarin Fróði Skúvadal lat væl at og segði, at næmingarnir vóru sera hugagóðir - sum vant.

Myndirnar eigur Jónfríð Dahl Joensen.

Fletting01

Fletting02

Fletting03

Fletting04

Fletting05