Innskriving á miðnám

Um knappliga 14 dagar tann 15 februar, ber til at skriva seg inn á miðnám skúlaárið 2021-2022. Á Miðnám í Vestmanna kanst tú velja tilfeingisbreytina.
Tilfeingisbreytin er bara í Vestmanna, og tí eru allar Føroyar upptøkuøki.
Um knappliga 14 dagar tann 15 februar, ber til at skriva seg inn á miðnám skúlaárið 2021-2022. Á Miðnám í Vestmanna kanst tú velja tilfeingisbreytina.
Tilfeingisbreytin er bara í Vestmanna, og tí eru allar Føroyar upptøkuøki.
Eitt av kjarnaøkjunum í verkætlanarlærugreinini tilfeingi A er framleiðsla úr náttúrutilfeingi. Frá náttúrutilfeingi til rávøru er ein partur av hesum og frá rávøru til vøru er ein annar partur av hesum.
Korn er eitt náttúrutilfeingi sum kan gagnnýtast í Føroyum. Tað er gott djórafóður, kann etast av fólki og, tá ið kornið nælir, verður tað til malt, ið kann nýtast í ølframleiðslu. Tað krevur kunnleika til korn, kveikar, lívevnafrøði og gerkyknur at bryggja øl.
Temadagar mikudagin og hósdagin
Hvør veit frá morgindegnum at siga. Tey eldru, kanska serliga lærarar og vísindafólk halda seg ofta hava góð boð uppá eina ella báðar tvær dómadagsprædikur um framtíðina. Men framtíðin er ikki teirra.
Veðurlagsbroytingar, massaoyðing av náttúru og sløgum og for lítið av mati at føða vaksandi talið av fólki í heiminum eru bara nøkur dømi.
Í Miðnámi í Vestmanna hendur mangt og hvat ígjøgnum árið. Heysttíð er, og tá er skurður á skránni.
Í dag flettu næmingar í 2. flokki eitt lamb í fiskarúminum. Hetta var í samband við lærugreinina tilfeingisfrøði, har tey júst nú hava um landbúnað.
Lambið, ið vág 26 pund, var undan einum heimalambi hjá Helenu í Skálum, ið er næmingur í 2 .flokki. Lærarin Fróði Skúvadal lat væl at og segði, at næmingarnir vóru sera hugagóðir - sum vant.