Á hugnaligari samkomu í gjárkvøldið fingu 13 ferðaleiðarar handað prógv á Miðnámi í Vestmanna.
Hóast vánalig koyrilíkindi og Korona í vetur, hava tey møtt væl upp bæði til undirvísing um søgu, mentan, náttúru og framburð, og verið til fleiri spennandi útferðir og vitjanir.
Magnus Gaard, rektari, bar fram røðu, sum kann lesast her.
Hjartaliga tillukku við, øll somul.
Kundi tú hugsað tær at tikið ferðaleiðaraskeið? So er nú møguligt at søkja um upptøku.
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi eftir lokið skeið skulu kunna virka sjálvstøðugt sum ferðaleiðarar og kunna luttaka í tvørfakligum samstarvi.
Skeiðið byrjar í august og endar í mai/juni. Undirvísingin fer fram á Miðnámi í Vestmanna eitt kvøld um vikuna, meðan útferðir og vitjanir verða skipaðar í vikuskiftum. Næmingar hava møtiskyldu, og skeiðið endar við verkætlan og próvtøku.
Les meira um ferðaleiðaraskeiðið her.
Innskrivingin fer fram á innskriving.fo
Seinasta freist at søkja um upptøku er 9. juni 2022.
Í heyst byrjar ein nýggj útbúgving á Miðnámi í Vestmanna. Talan er um yrkisútbúgving sum alari, sum verður sett á stovn eftir tilmæli frá aktørunum í alivinnuni.
Aliútbúgvingin er ein yrkisútbúgving, ið tekur 4 ár. Útbúgvingin er ein samanrenning millum upplæring á læruplássi og undirvísing í skúla.
Tú fært møguleika fyri at arbeiða yrkisliga við aling á sjógvi og landi, og kemur at vera partur av arbeiðstoymum á virkjum, sum reka alibrúk og smoltstøðir, við støðugum atliti til burðardygga gagnnýtslu av tilfeinginum. Í skúla lærir tú um ástøðilig viðurskifti í samband við aling, so tú eisini mennir tín fakliga kunnleika kring aling.
Les meira: Nýggj aliútbúgving á...
Kolbrún í Haraldstovu - savnsvørður plantudeildin Tjóðsavnið
Magnus Gaard - Rektari Miðnám í Vestmanna
Ikki er gott at vita, hvussu Føroyar høvdu sæð út, um eingin mannaávirkan var. Hevði tann gróðurin, sum vit vita var her áðrenn landnám, brádliga komið aftur, ella hevði onkur heilt annar gróður komið ístaðin? Hevði lívfrøðiliga margfeldi verið størri? Ber til at menna metodur, at fáa gróður í aftur stórar skriður, sum kunnu verða nýttar allastaðni í høgunum í Føroyum?
Les meira: Norðurlenska...