3. fl. á námsferð í Keypmannahavn
- Detaljer

Í viku 38 var 3. flokkur á MIV á námsferð í Keypmannahavn.
Hóast vit halda okkum kenna Keypmannahavn, so var nógv nýtt at síggja og uppliva, m.a.:
- Rosenborg Slot, Marmorkirken, Amalienborg Slotsplads, Maersk springvatnið og Operahúsið
- Rundatorn og Kanalrundferð var sjálvandi eisini á skránni.
- Teknisk Museum í Helsingør, har m.a. cyklotronin hjá Niels Bohr er framsýnd
- Frilandsmuseet. Sera áhugavert var at síggja eini hús, hjall, sornhús og myllu úr Múla standa har saman við húsum og bygningum úr øðrum norðurlondum. Her sóu vit, hvussu forfedrar okkara í norðurlondum hava liva og haggreitt teirra tilfeingi.
- Medicinsk Museum, har ið vit m.a. sóu tað fyrsta auditorium, har ið donsk læknalesandi fingu undirvísing.