
Tíðindi

15. februar 2026
Søk inn á Tilfeingisbreytina

19. januar 2026
Opið hús á MIV

18. november 2025
Stroymdur fyrilestur - Vitlíki: Frá KT til samfelag
Kalendari
24. februar, kl. 19.00
Opið hús

Týskvøldið 24. februar 2026 kl. 19 verður Opið hús á Miðnámi í Vestmanna, har høvi verður at kunna seg um útbúgvingartilboðini hjá okkum, sum eru:
- Tilfeingisbreytin – ein trý ára gymnasial útbúgving, sum er serliga ætlað teimum, sum hava áhuga fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardygd.
- Aliútbúgvingin – ein 4 ára lærlingaútbúgving. Lærlingurin er skiftivís á læruplássinum og í skúla á Miðnámi í Vestmanna. Alifyritøkurnar søkja eftir lærlingum um várið.
Vit bjóða eisini ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið, og høvi verður at hyggja seg um á skúlanum. Lærarar og næmingar gera ymsar spennandi royndir í starvsstovuni.
Til ber eisini at fáa hjálp við umsóknini, um tørvur er á tí.
28. februar, kl. 15.00
Eldradagur

Sangur, fyrilestur, hugni og samvera.
Skipað verður fyri einum eldradegi á Miðnámi leygardagin 28. februar klokkan 15.00. Tiltakið er ætlað øllum í aldrinum 60 ár og eldri.
Tað eru limirnir í eldraráðnum í VEKS, sum skipa fyri. Nógv gott og viðkomandi er á skránni, og tiltakið er ókeypis.
Skráin:
Kl. 15.00 Jens H. Jensen, formaður í eldraráðnum hjá VEKS bjóðar vælkomin
Kl. 15.10 Felagssangur
Kl. 15.15 Lív Mikkelsen frá Alzheimerfelagnum greiðir frá um demens og um at vera avvarðandi
Kl. 15.45 Ólavur Højgaard og Niels Olsen framføra tveir sangir
Kl. 16.00 Kaffisteðgur
Kl. 16.30 Frida J. Dam, ráðgevi í Kvinnuhúsinum, greiðir frá um ymisk sløg av harðskapi í parløgum og nærsambondum
Kl. 17.00 Ólavur Højgaard og Niels Olsen framføra tveir sangir
Kl. 17.10 Jonhard Mikkelsen greiðir frá um gomlu Fitjahúsini, framtíðarætlanir og vísir myndir
Kl. 17.40 Jákup Andreasen, nevndarlimur í eldraráðnum, tekur samanum
Kl. 17.50 Felagssangur

1/5


