Bygdaleiðir
Leið 100 hjá Bygdaleiðum koyrir til og frá skúlanum, og túrarnir passa væl saman við tímatalvuni á skúlanum. Í Kollafjarðadali er samband við leið 300 vestur í Vágar, og við leið 222 til Oyrarbakka
Sí ferðaætlanina her.
Næmingar úr Kollafirði og Sundalagnum
Um morgunin ber til at brúka leið 400 til Kollafjarðatunnilin og har fara í leið 100.
Sum nakað nýtt koyrir leið 222 millum Kollafjarðadal við Effo og Oyrarbakka seinnapartar. Frá Oyrarbakka er samband við leið 200 og 202.
Hetta ger, at tað skuldi ligið væl fyri hjá ungum í Kollafirði og Sundalagnum at brúkt Bygdaleiðir til og frá Miðnámi í Vestmanna.
Næmingar, sum ikki búgva í Vestmanna, kunnu ferðast ókeypis við SSL til og úr skúla.
Hesi skulu søkja um Skúlakort í samband við innskrivingina ella frá SSL.
Les meira um Skúlakortið á https://ssl.fo