Næmingar
Mikudagur 16. august: fyrsti skúladagur
Heystfrítíð: leygardagur 7. oktober – sunnudagur 15. oktober
Jólafrítíð: leygardagur 16. desember - týsdagur 2. januar
Páskafrítíð: leygardagur 23. mars - mánadagur 1. apríl
Flaggdagur: hósdagur 25. apríl
Dýri biðidagur: fríggjadagur 26. apríl
Kristi Himmalsf.: hósdagur 9. mai
Seinasti undirvísingardagur: fríggjadagin 17. mai
Seinasti skúladagur: fríggjadagur 28. juni (prógvhandan)
Summarfrí: leygardagur 29. juni
Allir dagar nevndir omanfyri eru frídagar (tó ikki seinasti undirvísingardagur!).
199 skúladagar smb, § 46 í UV-kunngerðini.
Magnus Gaard
rektari
Lestrarcafé er hvønn týsdag kl. 14.15 - 16.00.
Øll eru vælkomin á hugnaligu lestrarcaféina, sum er hvønn týsdag aftan á skúlatíð. Her ber til at fáa hjálp til skúlating og innlatingar.
Mai L. Simonsen skipar fyri, og bjóðar eisini altíð okkurt gott at eta.
Lestrar- og skilhaldsreglur skúlans hava til endamáls, at næmingurin skal røkka málinum við útbúgvingini, og reglurnar skulu stuðla undir eitt munagott undirvísingarumhvørvi. Hetta merkir, at lærarar og næmingar virða hvønnannan og vísa tolsemi og hjálpsemi móti hvørjum øðrum. Øll skulu fara væl um høli, innbúgv, tól og útgerð skúlans.
Skúlin kunnar einstaka næmingin um reglurnar, og einstaki næmingurin hevur ábyrgd av at fylgja teimum.
Reglurnar eru gjørdar við heimild í kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2013.
Næmingaráðið á Miðnámi í Vestmanna skal umboða sjónarmið næmingsins, og arbeiða fyri, at lestrartíðin á MIV verður so góð, sum yvirhøvur gjørligt. Vit fáa mest ávirkan her á skúlanum, um vit standa saman og hava eitt sterkt næmingaráð, sum kann umboða okkum øll og verða ein virkin og sterk rødd í samstarvinum við lærarar, starvsfólk og leiðslu skúlans.
Næmingaráðið umboðar sjónarmið næmingsins, arbeiðir fyri trivnaði og fyri skúlan sum heild, og luttekur í tilrættaleggingini av ymiskum tiltøkum á skúlanum.
Um tit hava eitt hugskot, okkurt hjartasuff ella bara hug at taka okkurt evni upp, so kunnu tit leggja tað fyri næmingarráðið.
Næmingaráðið 2023-2024
Forkvinna: Vvvv Ffffff
Næstformaður: Eeeeee Jjjjjjjj
Skrivari: Jjjjjjj Sssssssssssss
Hvør flokkur hevur eitt læraratoymi, hvørs uppgáva m.a. er at ráðleggja, eftirmeta og menna undirvísingina.
Eisini arbeiðir toymið við at fáa ein so góðan trivnað í flokkinum, sum til ber.
Læraratoymið hjá 1. flokki:
Jóhan Hofgaard
Mai. L. Simonsen
Læraratoymið hjá 1. flokki:
Barbara Marinardóttir
William Simonsen
Læraratoymið hjá 1. flokki:
Oddbjørg K. Christiansen
Hans Jacob Kollslíð
Næmingatænastan á Miðnámi í Vestmanna fevnir um lestrarvegleiðing, orðblindatænastu, sálarfrøðitænastu og bókasavn.
Endamálið er at tryggja, at okkara næmingar og lærlingar fáa tann serfakliga stuðul, og ta vegleiðing og hjálp, sum teimum tørva, fyri at útbúgvingartíðin á MIV verður so góð sum yvirhøvur gjørligt. Somuleiðis vil næmingatænastan eisini vera við til at styrkja fakligu og sosialu menningina hjá næmingunum og at hjálpa við praktiskum spurningum.
Eru spurningar ella ivamál ber altíð til at seta seg í samband við Næmingatænastuna. Vit eru her fyri at hjálpa tær.
Lestrarvegleiðing
Lestrarvegleiðingin á Miðnámi í Vestmanna veitir vegleiðing í flokkinum eins væl og persónliga vegleiðing. Til ber at tosa við lestrarvegleiðaran um skúlaviðurskifti og eisini um persónlig viðurskifti, sum ikki beinleiðis hava nakað við skúlan at gera. Lestrarvegleiðarin hevur tagnarskyldu.
Ivast tú í:
- hvønn studning tú hevur rætt til?
- hvussu tú søkir studning?
- hvørjar lærugreinar tú skalt velja annað og triðja árið?
- hvørja útbúgving tú skalt velja aftaná miðnám?
So kanst tú venda tær til lestrarvegleiðaran.
Persónlig samrøða er altíð møgulig. Hendan kann fevna um:
- fakligu menningina hjá næminginum
- persónligu menningina hjá næminginum
- trivnaðin í flokkinum
- og annað
Ein samrøða kann vera stytri ella longri. Hon kann vera í fríkorterinum, matarsteðginum ella eftir avtalu.
Trivnaðarkanningar verða gjørdar 1 - 2 ferðir hvørt skúlaár, og hesar verða fylgdar upp í flokkinum og saman við hvørjum einstøkum næmingi.
Sálarfrøðingar eru eisini knýttir at skúlanum. Lestrarvegleiðingin kann vísa til sálarfrøðing, um tørvur er á tí.
Lestrarvegleiðari hjá øllum flokkum er Hans Jacob Kollslíð, hans.jacob@skulin.fo
Hans Jacob er at hitta á Næmingatænastuni:
Týsdagar kl. 11:15 – 14:15
Mikudagar kl. 13:15 – 14:15
Orðblindavegleiðing
Miðnám í Vestmanna veitir næmingum og lærlingum vegleiðing og ráðgeving í at menna lesi- og skriviførleikar og veitir serliga hjálp, tá talan er um orðblindni og aðrar líknandi trupulleikar.
Í 1. flokki verða allir næmingar kannaðir í mun til lesifatan og skriviførleika, og við støði í kanningini hevur orðblindavegleiðarin samrøður við næmingarnar um týdningin av góðum lesi- og skriviførleikum og um, hvussu hesir førleikar kunnu stimbrast og mennast. Tykist lesing ella skriving trupul á onkran hátt fáa næmingar serliga ráðgeving og tilboð um t.d. talgild hjálparamboð og/ella tilboð um serligar umstøður til próvtøku.
Vegleiðing og ráðgeving til næmingar við serligum avbjóðingum á lesi- og skriviøkinum verður eftirmett og tillagað á hvørjum ári.
Allir næmingar eru vælkomnir at seta seg í samband við orðblindavegleiðaran til prát, vegleiðing og ráðgeving.
Orðblindavegleiðari er Málmót v. Maybritt við Strond, malmot@malmot.fo – tlf. 21 91 90
Sálarfrøðitænasta
Um næmingar hava sálarligar trupulleikar at stríðast við, so veitir Miðnám í Vestmanna sálarfrøðiliga hjálp. Tveir sálarfrøðingar, starvsettir á Sernám, eru knýttir at Miðnámskúlunum og veita sálarfrøðiliga hjálp á skúlanum eftir tørvi.
Sálarfrøðingarnir eru:
Hansina Jacobsen - hansina@sernam.fo
Rigmor N. Arge - rigmor@sernam.fo
Viðtalutíðir:
Hós. 14. sep. 2023 kl. 12:00 – 13:00
Hós. 5. okt. 2023 kl. 12:00 – 13:00
Hós. 9. nov. 2023 kl. 12:00 – 13:00
Hós. 7. des 2023 kl. 12:00 – 13:00
Til ber eisini at gera avtalur at hitta sálafrøðingarnar aðrar tíðir við at seta seg í samband við lestrarvegleiðingina ella skriva til sálarfrøðingarnar.
Bókasavn
Á bókasavninum á Miðnámi í Vestmanna eru serliga bøkur, sum hava við lærugreinarnar á skúlanum at gera.
Barbara Marinardóttir hevur bókasavnið um hendi.
Bókasavnið er opið, tá ið skúlin er opin.
Á bókasavninum fært tú vegleiðing og hjálp, tá tú hevur tørv á at finna rætta tilfarið, annaðhvørt tað er á bókasavni skúlans, á Landsbókasavninum ella kommunalu bókasøvnunum.
Studentaprestur
Ann Hermansdóttir er studentaprestur á Miðnámi í Vestmanna.
Hennara uppgávur eru m.a. at bjóða teimum lesandi samrøður um tilveruspurningar, veita sálarrøkt og skipa fyri bólkasamrøðum.
Ann er á Miðnámi í Vestmanna hesar dagar fram til jóla:
Mán. 2. okt. 2023 kl. 11.00 – 12.00
Mán. 6. nov. 2023 kl. 09.30 – 14.30
Mán. 4. des. 2023 kl. 09.30 – 14.30
Ann Hermansdóttir
ann@kirkjan.fo
tlf. 237334