12. juni 2025
19 nýútbúnir ferðaleiðarar
Á hugnaligari samkomu í gjár fingu 19 fólk prógv sum góðkendir ferðaleiðarar.
Tey, sum í ár hava fingið prógv sum góðkendir ferðaleiðarar, eru:
Anita Arge, Óluva Áarberg, Anna Maria Nyby, Kristinbjørg Høgnesen, Beinta Hammer, Milica Bogdanovic, Heidi á Høvdanum Andreasen, Rósa Waag, Arnóra Thomsen,
Olaf Olsen, Dávid Fossdalsá, Haraldur S. Hammer, Tummas Nicolái Arge, Steingrim Abrahamsen, Sjúrður Joensen, Mortan Poulsen, Rógvi Helmsdal og Poul Magnussen.
Vit ynska teimum øllum hjartaliga tillukku og góða eydnu við ferðaleiðarayrkinum.
Tað eru nú tilsamans 145 fólk, sum hava fingið prógv sum ferðaleiðarar frá Miðnámi í Vestmanna. Av teimum eru eini 100 aktiv í føroysku ferðavinnuni, antin við egnum tilboðum til ferðafólk ella sum ferðaleiðarar fyri incoming ferðaskrivstovunum.
Komandi vetur verður ein steðgur, sum verður brúktur til at eftirmeta innihaldið og gera ferðaleiðaraskeiðið enn betri enn tað hevur verið. Nýtt ferðaleiðaraskeið verður boðið útaftur í mai 2026.