03. februar 2025
Betri busssamband til Miðnám í Vestmanna
Á Miðnámi í Vestmanna fegnast vit um, at Strandfaraskip Landsins frá komandi skúlaári fer at bøta og betra um busssambandið til og úr Vestmanna.
Serliga fegnast vit um, at sambandið ímillum leið 100, 300 og 400, so tað verður lættari at skifta millum leiðirnar. Hetta fer millum annað at føra við sær, at næmingar úr Eysturoynni, Sundalagnum, Kollafirði og Vágum sleppa lættari til og frá skúla.
Fróði Skúvadal, virkandi rektari, fegnast um, at tað nú verður lættari hjá næmingum at ferðast til og úr Vestmanna. "Vit vita, at verandi støða ger, at næmingar setast aftur, men við dagførdum og tillagaðum ferðasambandi fáa vit sum skúli enn fleiri møguleikar, og tað fer eisini at lyfta støðið enn meira".
Miðnám í Vestmanna er gymnasialur miðnámsskúli við tilfeingisbreyt, sum eisini bjóðar aliútbúgving og ferðaleiðaraskeið.