10. november 2025
Jólabingo og jólabio
Okkara fittu og røsku næmingar í 1. flokki skipa fyri bingo og biografi sunnudagin 30. nov. í sambandi við at tey fara á námsferð á heysti komandi ár.
Kl. 15.00 byrjar jólabingo við sera góðum vinningum.
Tey, sum heldur hava hug til film og popkorn, kunnu fara inn í auditorium, har filmurin Home Alone verður sýndur kl. 15.30.
Kaffisøla og bio-kiosk verður sjálvandi eisini.
Vælkomin, øll somul.


