28. apríl 2025
Kunningarkvøld fyri nýggjum næmingum
Týskvøldið 6. mai 2025 kl. 19.00 verður kunningarkvøld fyri næmingunum, sum byrja á Tilfeingisbreytini í august.
Fyri at gera skúlabyrjanina so góða sum til ber hava vit boðið øllum teimum nýggju nømingunum og foeldrunum/verjunum til kunningarkvøld á Miðnámi í Vestmanna, týskvøldið 6. mai.
Á kunningarkvøldinum fara vit at greiða frá um skúlan og útbúgvingina, kunna um tilboðini hjá lestrarvegleiðingini, um lestrarstudning, busskort, orðblindavegleiðing og um bókasavnið á skúlanum. Vit fara at vísa næmingunum runt og tey fáa eisini høvi at heilsa upp á komandi floksfelagar, lærarar o.o.
Vónandi fáa tey allarflestu møtt hetta kvøldið.