12. mai 2025
Onki ferðaleiðaraskeið veturin 2025/2026
Komandi vetur verður onki ferðaleiðaraskeið.
Í 2018 var fyrsta ferðaleiðaraskeiðið á Miðnámi í Vestmanna boðið út og í summar fer talið á útbúnum ferðaleiðarum at koma upp á 145.
Undirvísingin á Ferðaleiðaraskeiðnum hevur verið skipað eftir somu námsskipan og læruætlan seinastu 5 vetrarnar. Eftir hesi árini hava vit gjørt okkum nógvar royndir, og nú er tíðin komin at dagføra innihaldið og mátan, sum skeiðið verður skipað. Endamálið við at gera hesar dagføringarnar er at fáa eitt ferðaleiðaraskeið, sum hóskar enn betri til tørvin, sum er.
Í sambandi við dagføringararbeiðið fara vit at kalla viðkomandi samstarvspartar, undirvísarar og útbúnir ferðaleiðarar inn fyri at fáa teirra íkast.
Vit gleða okkum til at bjóða skeiðið útaftur í 2026.