Opna leita
Opna menu Opna menu
Avaphotography.Fo 9

20. apríl 2026

Prógvhandan hjá alarunum

Á heysti 2022 byrjaði fyrsti aliflokkurin á nýggju aliútbúgvingini, sum hevur skúlagongdina á Miðnámi í Vestmanna, og fríggjadagin 17. apríl fingu tey skúlaprógv.

Tað var ein heilt serlig løta og vit frøddust um, at so nógv koma at hátíðarhalda dagin saman við nýggju alarunum. Umframt familju og lærarar, so vóru eisini fleiri umboð fyri alifyritøkurnar og aðrar samstarvspartar.

Vit á Miðnámi í Vestmanna takka alarunum fyri tíðina, tey hava verið á skúlanum, og ynskja teimum alt tað besta í framtíðini.

Røðan, sum Magnus gaard, rektari, helt fyri alarunum, er endurgivin her niðanfyri.

OND ELLA HOND

Fyrr í tíðini var eitt øgiliga hvast mark millum ond og hond. Tað vóru tey handaligu og so vóru tað tey bókligu.
Onkur dugdi pythagoras og onkur annar, sum aldrin hevði hoyrt um pythagoras, dugdi at smíða ein trappu. Hon var full av somu trýkantum, sum pythagoras lýsti støddfrøðiliga, men tað visti húsamiðjurin onki um - og trappan helt kortini.

Tað varð einaferð í skemti sagt um tríggjar verkfrøðingar, sum skuldu byggja eina brúgv. Tann eini hevði bara gingið í skúla fá ár – hann var akademiverkfrøðingur, tann næsti hevði ta fínastu útbúgvingina. Hann hevði gingið í skúla øgiliga leingi – hann var sivilverkfrøðingur. Tann triðji var farin eitt sindur í skúla, men var upprunaliga hondverkari – tað sum fyrr varð nevnt teknikum verkfrøðingur.
Akademiverkfrøðingurin bygdi sína brúgv og hon skramblaði niður – hann visti ikki hví? Sivilverkfrøðingurin bygdi sína brúgv og hon skramblaði eisini niður – men hann visti hví. Teknikum verkfrøðingurin bygdi sína brúgv og hon helt – men hann hevði ikki ánilsi fyri hví.

Og hvar eru vit so við hesari yrkisútbúgvingini, sum tit alarar nú hava staðið?
Eg veit fullvæl, at tit hava verið plágaði við nógvum powerpoint framløgum frá vælmeinandi granskarum við bestu hugsanum tykkara vegna og eisini einari øgiligari vitan. Okkurt, sum tit onkuntíð fáa brúk fyri seinni í tykkara yrki, hevur uttan iva fest seg. Men hetta er ein yrkisrættað útbúgving, tit hava staðið, so tit hava eisini lært at bøta alinótir, kenna sjóvarfall og sum heild at kenna og virka í føroysku náttúruni og tað er tað týdningarmesta. At hava hendurnar við og at hava umsorgan fyri tí lívinum og tí vistskipanini, tit skulu virka í.

Víðagitni finski arkitekturin Palasma hevur skrivað eina fína lítla bók um júst hetta, sum er nevnd The thinking hand. Hondin og tað handaliga er ikki bara at byggja ting við, men eisini at vera í sínari verð við øllum kroppinum og ikki bara inni í høvdinum á sær sjálvum.
Í so máta er yrkisútbugvingin til alara, har tit eru komin inn til okkum at læra bæði yrki og ástøði, og samstundis virka í vinnu í føroysku náttúruni, vónandi bæði ond og hond.

Tað er altíð sorgblítt at siga farvæl. Men eg má nýta hetta høvið at takka fyri, at tað vóru júst tit, sum blivu fyrsta skúlaskeiðið, sum kom inn á hesa útbúgvingina. At alt, hóast avbjóðingar, er gingið so væl við at fáa hesa nýggju útbúgvingina upp at koyra, er í ein stóran mun tykkara vælvild og dugnaskapi fyri at takka.
Og so vil eg eisini nýta høvið at takka alifyritøkunum fyri sera gott samstarv um útbúgvingina. Tað hevur ongantíð skortað við vælvild og positivum hugburði hesi 4 árini. Túsund takk fyri! Um alt vil væl, so koma stóru alifyritøkurnar at slóa fyri einari menning á øllum yrkisútbúgvingarøkinum í náttúru og tilfeingi í Føroyum.

Hóast blekkið nóg illa er turt á samgonguskjalinum, so haldi eg meg vita, at ítøkiligar ætlanir eru um at taka skúlaskeið heim til Føroya í samgonguskjalinum, so landbúnaður, fiskivinna og ferðavinna hava vónandi nakað at síggja fram til, nú man ætlar at raðfesta yrkisútbúgvingar og serliga hesar til tilfeingisvinnurnar í Føroyum.

Tað eru nógvir myndugleikar og stovnar, sum hava tikið tøk fyri at gera útbúgvingina til veruleika. Yrkisdepilin, Undirvísingarstýrið, Firum, Vinnuhúsið og Sjónám fyri at nevna nøkur. Takk fyri øll somul.
Og so má eg nevna tvey starvsfólk her á skúlanum: undangongumannin Eyðun Leo, sum hevur roynt tað fyrr, og Maud Poulsen í umsitingini, sum bæði arbeiða ótroyttiliga á skúlanum. Tit hava tikið ódnartøk og eiga ein stóran lut í útbúgvingini og lærlingunum, sum nú eru vorðnir alarar.
Eg fari ikki at nevna allar lærararnar hjá tykkum, tí sum tit vita hava teir verið sera nógvir – kanska í og so nógvir. Ein av næmingunum segði við meg einaferð á fyrsta skúlaskeiði, at hetta var sum at vera á aliráðstevnu hvønn dag.

Takk fyri tíðina tit øll.

Sí eisini myndir frá degnum í myndasavninum.

 

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.