01. juli 2025
Prógvhandanin 2025
Á hugnaligari samkomu 27. juni fingu 13 nýútbúnar pisur prógv á Tilfeingisbreytini á Miðnámi í Vestmanna.
Fróði Skúvadal, virkandi rektari, handaði prógvini og helt eina framúr góða røðu fyri teimum, nú tey fara víðari á lívsleið teirra.
Bárður Nielsen, løgtingslimur, var gestarøðari, og gav pisunum góða ráð við á leiðini, og Gunnvá Nielsen helt røðu vegna flokkin.
Vit lærarar og starvsfólk takka MIV2022 hjartaliga fyri hesi seinastu 3 árini, og ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við próvnum og bestu eydnu á lívsleiðini.