27. juni 2026
Prógvhandanin 2026
Tað er altíð ein nemandi løta, tá ið næmingarnir hjá okkum fara út um dyrnar fyri seinastu ferð. Og soleiðis var eisini, tá ið tær 6 nýútbúnu pisurnar fingu prógv á Tilfeingisbreytini á Miðnámi í Vestmanna fríggjadagin 26. juni.
Magnus Gaard rektari, handaði prógvini og helt eina sera góða røðu fyri teimum, nú tey fara víðari á lívsleið teirra. Gestarøðari hesuferð var Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna.
Vit lærarar og starvsfólk takka MIV2023 hjartaliga fyri hesi seinastu 3 árini, og ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við próvnum og bestu eydnu á lívsleiðini.


