13. november 2026
Ráðstevna um fyribyrging og týning av rottu
Á øðrum hvørjum ári skipar Miðnám í Vestmanna, saman við einum stovni undir landinum, fyri ráðstevnu um evnir viðkomandi fyri Føroyar.
Í ár er evnið fyribyrging og týning av rottu, og Umhvørvisstovan skipar fyri ráðstevnuni saman við Miðnám í Vestmanna.
Endamálið við rotturáðstevnuni er at geva næmingunum innlit í bestu tøku fakligu og vísindaligu vitanina um rottu og hvørja ávirkan hon hevur á føroysku náttúruna og lívmargfeldið. Dentur verður lagdur á, hvussu vit við vitan, fyribyrging, yvirvøku og munagóðari rottutýning kunnu avmarka rottuspjaðing og verja okkara náttúru.
Brún rotta hevur verið eitt skaðadjór í føroysku náttúruni í knappliga 300 ár. Hon kom fyrst til Suðuroyar og nakað seinni sást hon eisini aðrastaðni. Tað eru framvegis fleiri av smærru oyggjunum, sum onga rottu hava og tríggjar av teimum oyggjunum eru RAMSAR oyggjar. Hvørjar skulu ambitiónirnar í Føroyum vera? Skulu vit miðja ímóti at týna rottuna heilt úr føroysku náttúruni, ella skulu vit bara fyribyrgja, at rottan kemur í tær oyggjarnar, har ongin rotta er? Og hvussu týna vit rottu, so tað er djóraetiskt forsvarligt?
Fríggjadagin 20. november kl. 9.30 koma innbodnir miðnámsskúlanæmingar og granskarar og fyrisitarar á Miðnám í Vestmanna at viðgera hesar spurningarnar á einari ráðstevnu. Sjúrður Hammer fer at tosa um vistfrøðiligar broytingar, sum eru av rottu, Birita Kjærbæk fer at greiða frá arbeiðinum hjá Umhvørvisstovuni, Maria Gunnleivsdóttir um verju av RAMSAR oyggjum, meðan Tráin Petursson fer at tosa um djóraetik.
Næmingar á Miðnámi hava gjørt postarar og teir fara at greiða frá teimum í einari postararundu, meðan møguleiki eisini verður at fara ein túr við rottuhundinum Asterix og síggja ymiska aðra rottutýningarútgerð. Ráðstevnan endar við pallborðskjaki millum ymiskar áhugapartar í rottutýningini í Føroyum.


