Opna leita
Opna menu Opna menu
DSC 4689

15. februar 2026

Søk inn á Tilfeingisbreytina

Nú er innskrivingin til gymnasialt miðnám opin.

Á Miðnámi í Vestmanna bjóða vit Tilfeingisbreytina.
Tilfeingisbreytin er serliga ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardygd.

Tilfeingisbreytin gevur tær møguleika at lesa m.a. náttúrufrøðiligar lærugreinar so sum lívfrøði, tilfeingisfrøði, umhvørvisvísindi ella umhvørvisbúskap. Til ber eisini at velja aðra útbúgvingarleið eins og á hinum breytunum, tó  við teimum avmarkingum, sum hægri útbúgvingarstovnar seta um ávís stig í ávísum lærugreinum.

Dømi upp á útbúgvingar, sum fyrrverandi næmingar taka/hava tikið:

  • Marjun er útbúgvin lækni
  • Agga er útbúgvin skipsførari
  • Jórun lesur sjúkrarøktarfrøði
  • Bjørg lesur til lærara
  • Teitur er útbúgvin maskinmeistari

Frá sunnudegnum 15. februar til 15. mars ber aftur til umvegis Vangan at søkja inn á gymnasialt miðnám og yrkisútbúgvingar til komandi skúlaár. Søk umvegis Vangan hjá Undirvísingarstýrinum her.

Umsókn um Vangan krevur, at tú hevur talgilda Samleikan. Hevur tú onkursvegna ikki tað, ella hevur tú ikki føroyskt p-tal, ber til at taka umsóknarblað niður umvegis hetta leinkið og senda tað til Miðnám í Vestmanna antin sum bræv ella teldupost.

Hevur tú spurningar um Tilfeingisbreytina ella brúk fyri hjálp til umsóknina, ert tú vælkomin at ringja til okkum á tlf. 424573.

Freistin at søkja er 15. mars 2026.

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.