22. september 2026
Sóttreinsiskipan verður sett upp á Miðnám í Vestmanna
Síðan yrkisútbúgvingin til alara byrjaði á Miðnám í Vestmanna í 2022 hava okkurt um 30 alarar gjørt sáttmálar við alifyritøkur í landinum. Hesir alilærlingarnir koma regluliga inn á Miðnám í vestmanna at taka síni skúlaskeið. Í hesum sambandi ynskti Miðnám í Vestmanna at fáa eina sóttreinsiskipan á skúlan so eygarogn, blommusekkjalarvur, smolt og laksur kann vera á skúlanum uttan at vera til vanda fyri vinnuliga alivirksemi í Vestmanna.
Nú er arbeiði farið í gongd.



