Opna leita
Opna menu Opna menu
20240521 070549(1)

02. september 2025

Stroymdir fyrilestrar

Aftur í vetur vilja vit bjóða tykkum á Miðnám í Vestmanna at lurta eftir stroymdum fyrilestrrum, sum verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne á Aarhus Universiteti.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.

Fram til jóla eru 6 spennandi fyrilestrar á skránni:

      Týs. 23. sept. kl. 18.00       Far væl við tarmunum og fá góða heilsu

          Týs. 7. okt. kl. 18.00       Týning av lívinum í havinum og vegurin aftur

         Týs. 21. okt. kl. 18.00       Góðsking av menniskjanum fyrr og nú

         Týs. 28. okt. kl. 18.00       DNA og steinrenningar víðka um okkara ættartræ

        Týs. 11. nov. kl. 18.00       Kunnu vit finna lív uttan fyri jørðina?

        Týs. 18. nov. kl. 18.00       Vitlíki: Frá KT til samfelag

Les meira um einstøku fyrilestrarnar her.

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.