Opna leita
Opna menu Opna menu
DSC 4894

30. apríl 2025

Tøk pláss á Tilfeingisbreytini

Enn eru tað nøkur tøl pláss á Tilfeingisbreytini, sum byrjar 13. august.

Um Tilfeingisbreytina: Á tilfeingisbreytini verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Breytin fevnir eisini um málslig, hugvísindalig og samfelagslig evni.
Tilfeingisbreytin er serliga ætlað teimum, sum hava áhugað fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardygd.

Framtíðarmøguleikar: Tilfeingisbreytin gevur tær møguleika at lesa náttúrufrøðiligar lærugreinar sum lívfrøði, tilfeingisfrøði, umhvørvisvísindi og umhvørvisbúskap. Men til ber eisini at velja aðra útbúgvingarleið eins og á hinum breytunum, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum. Við próvnum kanst tú eisini skapa tær eina framtíð sum t.d. náttúruvegleiðari, lívfrøðiatstøðingur ella íverksetari.

Umsókn: Kundi tú hugsað tær at søkt um upptøku, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til maud.poulsen@skulin.fo.

Eru ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 424 573.

 

Tú kanst lesa meira um Tilfeingisbreytina her.

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.