08. apríl 2026
Undirvísarar til Miðnám í Vestmanna
Kom nærri ungdóminum
Hevur tú hug at undirvísa á einum spennandi, lítlum og hugnaligum miðnáms- og yrkisskúla, so hevur tú møguleikan nú! Miðnám í Vestmanna søkir eftir undirvísarum at byrja á skúlanum 1. august 2026.
Lærugreinarnar á tilfeingisbreytini og aliútbúgvingini eru:
Føroyskt, tilfeingisfrøði B, tilfeingi A, støddfrøði B og A-stig , alisfrøði C og B, enskt B, evnafrøði B, ítróttur og heilsa C, lívfrøði B og A, sølubúskapur, samfelagsfrøði C, samskiftistøkni C, aling av fiski, alitøkni, burðardygg framleiðsla, trygd og trygdarfatan og søga C.
Alt eftir lærugreinasamanseting kann talan verða um tímalærarar, kvotasett ella møguligt fast starv. Fyri at verða sett/settur í fast starv, skal umsøkjari hava námsfrøðiliga útbúgving og kunna undirvísa í minst tveimum av lærugreinunum ella røkja aðrar umsitingarligar uppgávur á skúlanum.
Arbeiðsuppgávur:
- undirvísa í viðkomandi lærugreinum
- leggja tilrættis undirvísingargongdir
- vera við í visjónsarbeiði skúlans
- luttaka og skipa fyri verkætlanum, evnisdøgum/-vikum, ið skúlin skipar fyri
Vit vænta, at tú:
- hevur útbúgving á kandidatstigi frá lærdum háskúla ella øðrum hægri lærustovni
- ert samstarvsfús/-ur og hevur evni at leggja til rættis
- trívist við at undirvísa og vera saman við ungdómi
- dugir at kveikja næmingarnar
- hevur royndir at arbeiða við verkætlanum
Vit bjóða
eitt nútímans og vælvirkandi skúlaumhvørvi við framúr góðum arbeiðsumstøðum og einum positivum leiðsluhugburði til bæði næmingar og lærarar, møguleika at menna menna nýggjar yrkisútbúgvingar.
Setanar- og lønartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru eftir sáttmálanum millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn:
Søk á Alfred.fo, um tú hevur ein vanga.
Umsóknir kunnu eisini stílast og sendast til Miðnám í Vestmanna, Fjarðarvegur 4, 350 Vestmanna ella sendast til teldupostbústaðin: mg@miv.fo.
Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 1. mai 2026 kl. 12.00
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Magnus Gaard, rektara, á tlf. 210479


