20. februar 2026
Væleydnaðir evnisdagar 2026
Í síðstu viku varð skipað fyri árligu evnisdøgunum á Miðnámi í Vestmanna. Yvirskiftin hesuferð var “Harðskapur í nærsambondum”.
Skift var millum framløgur og verkstovur, og næmingarnir og lærlingarnir fingu gott innlit í hetta álvarsama evnið og eisini stundir til at viðgera tað í bólkum sínámillum.
Anna Katrin Matras frá “Sig frá” greiddi frá um tey ymsu sløgini av harðskapi í nærsambondum, og Ann Hermansdóttir, studentaprestur greiddi frá, hvussu man kann hjálpa, um onkur, man er kennir, er úti fyri harðskapi. Eisini luttók Ragnar í Haraldsstovu, SSP-politistur, sum hevði framløgu um, hvussu harðskapur fer fram á netinum.
Ímillum framløgurnar var bólkaarbeiði og verkstovur av ymsum slag, sum høvdu til endamál at geva næmingunum amboð
Samanumtikið tveir sera væleydnaðir dagar, sum endaðu við tunnusláing, føroyskum dansi og føstulávintsbollum.
Sí myndasavn:
Evnisdagar 2026


