Opna leita
Opna menu Opna menu
Kvoeldskulin

30. september 2025

Vestmanna Kvøldskúli - Samrøður um tónleik

Í vetur verður eitt kvøldskúlaskeið á Miðnámi í Vestmanna.

Talan er um fimm samrøður, sum Hans Jacob Kollslíð fer at hava við navnframar tónleikarar, yngri og eldri, kvinnur og menn, um tónleik og ymiskt, sum hevur við tónleik at gera.

T.d. er ætlanin at tosa um, hvørjum tónleikaumhvørvi tónleikararnir eru sprotnir úr, hvaðani tónleikararnir hava fingið íblástur til bæði lag- og tekstskriving og hvat tey halda um føroyska tónleikapallin í dag.

Fimm samrøður um tónleik vera í vetur, og hvørt tiltakið verður eisini lýst einsæris.

Tíð: Mikudagar kl. 19.00-21.00
Stað: Miðnám í Vestmanna
Tíðarskeið: Síðsta mikukvøld í oktobur, novembur, januar, februar og mars
Kostnaður: 500 kr. fyri skeiðið.
Tilfar: Einki

Tilmelding á heimasíðuni hjá Vestmanna Kommunu frá hósdegnum 2. okt. kl. 15.00.

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.