Opna leita
Opna menu Opna menu

Ferðaleiðaraskeið

Á Miðnámi í Vestmanna kanst tú lesa til ferðaleiðara.

Skeiðið byrjar í august og endar í mai/juni árið eftir. Undirvísingin fer fram á Miðnámi í Vestmanna, eitt kvøld um vikuna, meðan útferðir og vitjanir vanliga verða skipaðar í vikuskiftum. Næmingar hava møtiskyldu, og skeiðið endar við verkætlan og próvtøku.

Um ferðaleiðaraskeiðið

Les meira um Um ferðaleiðaraskeiðið Les meira um Um ferðaleiðaraskeiðið

Kundi tú hugsað tær at vita nógv um:

  • uppruna & búseting í Føroyum
  • Ólav kong & Nólsoyar Páll
  • føroyska búskapin & livigrundarlagið
  • sosiologi & matmentan
  • jarðfrøði, plantufrøði og landbúnað
  • list, burðardygd & ferðavinnu
  • og førleikar at greiða frá og siga søgur?


So er ferðaleiðarskeiðið kanska nakað fyri teg.

Á Miðnámi í Vestmanna kanst tú lesa til ferðaleiðara.

Skeiðið tekur 1 ár og er sett saman av skeiðspørtum umframt endaligari verkætlan. Undirvísingin er skipað sum teoretisk og praktisk undirvísing í tilsamans umleið 200 undirvísingartímar. Tríggir fjórðingar er teoretisk undirvísing við fyrilestrum, floksundirvísing og bólkaarbeiði, meðan seinasti fjórðingurin er skipaður sum praktisk undirvísing við vitjanum, útferðum og venjingum.

Skeiðið byrjar í august og endar í mai/juni. Undirvísingin fer fram á Miðnámi í Vestmanna, eitt kvøld um vikuna, meðan útferðir og vitjanir verða skipaðar í vikuskiftum. Næmingar hava møtiskyldu, og skeiðið endar við verkætlan og próvtøku.

Nærri upplýsingar um skeiðið fáast við at venda sær til Maud Poulsen, maud.poulsen@skulin.fo ella á tlf. 27 04 78.

Upptøka

Les meira um Upptøka Les meira um Upptøka

Treytin fyri upptøku er, at umsøkjari er fyltur 21 ár og hevur staðið gymnasialt miðnám ella aðra viðkomandi útbúgving.

Umsøkjarin skal hava fastan bústað í Føroyum og hava góðan málsligan førleika í føroyskum, og einum ella fleiri fremmandamálum á í minsta lagi á B-stigi í gymnasialu miðnámsskipanini. Fremmandamál eru onnur mál enn tey skandinavisku málini, td. enskt, týskt og spanskt. Í ávísum føri kann umsøkjari tó verða tikin inn við grundarlagi í eini upptøkusamrøðu.

Skeiðskostnaðurin er kr. 6.000, sum skal rindast, áðrenn skeiðið byrjar.

Lýst verður á miv.fo og í miðlunum, tá ið til ber at søkja um upptøku til næsta skeið.

Nærri upplýsingar um skeiðið fáast við at venda sær til Maud Poulsen, maud.poulsen@skulin.fo ella á tlf. 27 04 78.

Lógarverk

Les meira um Lógarverk Les meira um Lógarverk
Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.